Sunnudagin vóru 25 ára gamla Blake Lively og Ryan Reynolds vígd. Tað var eitt lítið brúdleyp, sum varð hildið í South Carolina. Móttøkan var í einum tjaldi í einari viðarlund, har eitt nú Florence Welch framførdi nøkur løg.
Tey bæði hava kent hvønn annan í umleið eitt ár. Tey hittust til upptøkurnar av filminum Den grønne lygte, og síðani hevur gingið skjótt fyri seg hjá teimum.
35 ára gamli Ryan Reynolds hevur áður verið giftur við Scarlett Johansson, meðan Blake Lively áður hevur gingið saman við Leonardo DiCaprio.
Ryan Reynolds, sum eitt nú er kendur úr filminum Definitly, Maybe og The Proposal varð í 2010 valdur sum ársins mest lekri maður.
Lively gleðir seg óført at fáa børn. Hon hevur fyri stuttum úttala seg um, at hon næstan ikki kann bíða eftir at blíva mamma.
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.