Eins og aðrastaðni hava íslendingar leingi kjakast um, hvussu nógvur fiskur verður blakaður aftur í havið, og nú hava teir so fingið nøkur tøl at halda seg til. Ein kanning, sum Havrannsóknarstovan og Fiskifélagið hava gjørt, kom til ta niðurstøðu, at í fjør blakaðu íslendskir fiskimenn 1.090 tons av toski og 1.935 tons av hýsu útaftur.
Samstundis verður mett, at árini frá 2001 til 2008 vórðu 5,9 milliónir fiskar blakaðir aftur í havið, og tað talið umfatar bara tosk og hýsu.
Íslendska kanningin vísir, at tað er serliga undirmálsfiskur, sum fiskimenn blaka útaftur.