Facebook bólkurin "Ókeypis" er ein sólskinssøga, har fólk kunnu lata og fáa ting púra ókeypis. Í staðin fyri at koyra góð ting í skrell, so kann mann við hesum bólkinum geva tað til onkran annan.
Hetta hugsaði Rúna Berg eisini, tá hon fyri nøkrum vikum síðani valdi at lata eina fulla kurv av góðum køkstingum, sum ongantíð vóru brúkt.
- Har í millum vóru nakrir tallerkar, sum eg sjálv havi dekorerað. Tað vóru fleiri, sum vóru áhugað og fleiri, sum vildu hava bara tallerkarnar. Eg gav so einari lítlari ungari familju alla kurvuna, skrivar Rúna Berg á einari Facebook dagføring á bólkinum.
Men hon gjørdist bilsin, tá hon so fann út av, at køkstingini, sum hon hevði latið ókeypis, vóru blakað út í náttúruna sum burturkast.
- Tað er heilt í ordan, um man ikki vil hava summi ting. So kann man fara niðan á Tinghúsið við tí, sum man ikki vil hava, tí so kann onkur annar kanska fáa gleði av tí. Men tað, sum ikki er í ordan, er at fara niðan á Lambafelli at tveita tað, man ikki vil hava í náttúruna! skrivar hon á bólkinum.
Hon heitir á viðkomandi um at vísa náttúruni virðing og fara niðan at rudda upp eftir sær.