Blaka frá sær

- Vit hava arbeitt við ætlanini at byggja nýggja kirkju á Argjum nú í fimm ár. Og nú vilja vit hava eina avgerð.
Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum á Argjum, sigur, at nú skal tað verða egg ella ungi við ætlanini at byggjanýggja kirkju á Argjum.
Ætlanin er at byggja kirkjuna ímillum Støðlagøtu og Sandá.
- Nú hava vit kravt, at ein avgerð fellur í málinum, sigur hann.
Hann leggur afturat, at tað hevur kirkjuráðið gjørt Tórshavnar býráði púra greitt.
Eydnast tað ikki, blakar kirkjuráðið frá sær.
Og hann leggur dent á, at loyvið skal umfata at kirkjan verður bygd á umrødda stykkinum við Sandá.
- Fáa vit ikki loyvi til tað, kastar kirkjuráðið frá sær, tí eftir at hava arbeitt við hesi ætlanini í fimm ár, fara vit ikki at byrja aftur á berum við eini aðrari kirkju á einum øðrum staði, sigur hann.
Hann sigur, at kirkjuráðið er valt fyri fýra ár.
- Men tað, sum er eftir av hesum valskeiðnum, fara vit ikki at verða annað enn ein avgreiðsluskrivstova, sum tekur ímóti og rindar rokningar, sigur hann.
Sjálvur er hann sannførur um, at hann sigur seg seg frá sum formaður.
- Eydnast hendan ávísa verkætlanin ikki er mest sannlíkt, at nýggj kirkja verður ikki bygd á Argjum tey næstu, nógvu árini, sigur Bjartur Dalsgarð.

37 ár
í ár eru tað 37 ár síðani, at kirkjan á Argjum varð vígd.
Men tíðir broytast og Bjartur Dalsgarð heldur, at hon nøktar ikki so væl tørvin longur.
Hann sigur, at í ein ávísan mun er húsið nakað slitið og farið við aldrinum.
- Tí er tørvur á nýmótansgerð og umvælingum fyri at fáa kirkjudám í húsið aftur og fyri at skapa tað sum eina kirkju, ið fólkið tekur til sín.
Hann sigur, at húsið er kortini ikki verri farið enn so, enn at tað við ávísum umvælinum og ábótum, er væl nýtiligt til onnur endamál.
Annars heldur hann, at bygningurin er ikki so prýðiligur, sum ein kirkja eigur at vera nú á døgum og hon hevur ikki tað kirkjuligu tign, sum ein kirkja eigur at hava.
- Hølini eru ótíðarhóskandi til ymsu endamálini og nýggj tiltøk í kirkjuni lata seg illa gera.
Samstundis er Argir vaksin rættuliga nógv og tað setir krøv til ein størri bygning.
- Ferðslan er økt á økinum og eir mongu bilarnir, sum standa parkeraðu, tá ið
tiltak er í kirkjuni, elva til trupulleikar í ferðsluni, sigur Bjartur Dalsgarð.
Av øllum hesum orsøkum heldur Kirkjuráðið, at stundin er komin at byggja kirkjufólkinum á Argjum eina nýggja kirkju.
Vit hava fleiri greinar í blaðnum um sama evni.