Blaka dýran fisk í havið

- Eg noyðist at blaka fisk í havið aftur fyri eina miljón krónur um árið, tá ið hjáveiðiprosentið gerst ov høgt, sigur svenskur skipari Ein svenskur skipari hevði herfyri grein í Gøteborg-Posten, har hann segði seg vera noyddan at blaka stórar nøgdir av fiski í havið aftur. Orsøkin er, at hjáveiðikvotan er so lítil.

Talan er um fisk fyri eina miljón krónur gjøgnum eitt ár ? bara hjá hesum eina skipinum.

Í besta føri hevur skipið hjá svianum eina toskakvotu upp á 600 pund um vikuna, og hesa nøgd fiskar hann longu tað fyrsta samdøgnið, hann er til fiskiskap. Restin av toskinum, sum hann fær í eina viku, verður blakaður í havið aftur.

Skiparin hevur ikki loyvi til at føra fisk til lands, sum fer út um hjáveiðikvotuna.

Sama er við upsa, hýsu, longu, hvítingi og reyðsprøku, sum eisini verða tveitt í havið aftur, tá hjáveiðiprosentið gerst ov høgt.