Teir fyrstu dagarnar aftan á fyrra umfarið í franska forsetavalinum vildi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, ikki gera nakrar viðmerkingar til ta stóru framgongdina hjá Front National og Jean-Marie Le Pen. Grundgeving hansara var, at tað vóru fransmenn, sum vóru á vali, og at fronsku veljararnir áttu avgerðina.
Men nú hevur Blair kortini valt at lata munnin upp. Í morgin eru lokalval ymsastaðni í Bretlandi, og í fjølmiðlunum hevur Blair ávarað fólk ímóti at velja valevni, sum eru uttast á bretska høgravonginum, og sum hava sjónarmið, ið líkjast teimum hjá Le Pen.
Politiskir eygleiðarar í London siga, at júst teir víðgongdu hava góðar møguleikar á bretska lokalvalinum. Hetta kemst av, at valluttøkan vanliga er ógvuliga lítil ella umleið 25 prosent, og tí kunnu teir víðgongdu sum eitt nú flokkurin British National Party fáa lutfalsliga stóra undirtøku.
Bretsku politikararnir hava eisini orsøk til at stúra. Ein meiningakanning, sum varð almannakunngjørd nú um dagarnar, vísti, at 66 prosent av teimum spurdu eru misnøgd við tann politikk, sum stjórnin hevur rikið í spurninginum um tey fremmandu og innflytarar.
British National Party stillar upp í 68 valdømum í morgin, og hildið verður, at flokkurin fer at fáa stóra undirtøku í teimum fátæku býunum í útnyrðingspartinum av Onglandi so sum Oldham, Burnley og Bradford. Í hesum býunum búgva tey, sum eru av asiatiskum uppruna, í egnum býlingum, og viðurskiftini millum tey og onglendingarnar í býunum eru ógvuliga spent. Tað var júst í hesum býunum, at harðir samanbrestir vóru í fjør millum onglendingar og asiatar, og sagt verður, at British National Party hevði ein virknan lut í ófriðinum.
Í einari røðu mánadagin ávaraði Tony Blair fólk ímóti at atkvøða fyri British National Party. Hann segði, at vildu tey ikki atkvøða fyri hansara egna flokki Labour, áttu tey at atkvøða fyri teimum liberalu ella teimum konservativu. Bara ikki BNP.
Valið í morgin fer at vísa, at veljararnir lurta eftir ávaring hansara og ávaringini úr Fraklandi.