Politiska andstøðan í Bretlandi royndi í gjár at fáa Undirhúsið at taka undir við einum uppskoti um eina kanning, sum skuldi kanna, um stjórnin hjá Tony Blair hevði nakað grundarlag fyri at fara upp í kríggið við Irak. Men royndin hjá andstøðuni miseydnaðist, tí tá atkvøtt varð, atkvøddu 273 tinglimir fyri kanningini, meðan 298 atkvøddu ímóti. Nakrir av tinglimunum hjá stjórnarflokkinum Labour atkvøddu fyri uppskotinum um kanning. Margaret Becket, uttanríkisráðharri, var ímóti kanningini. Hon heldur, at tað er rættari at kanna málið, tá teir bretsku hermenninir eru komnir heim aftur úr Irak.