Alastair Campbell var ein av teimum fremstu ráðgevunum hjá Tony Blair, forsætisráðharra, til hann fór úr starvinum í august í 2003, eftir at BBC hevði avdúkað, at Campbell hevði broytt innihaldið í einari frágreiðing um hópoyðingarvápnini hjá Irak.
Men sambært The Independent hevur Blair nú aftur sent boð eftir ráðgevanum. Hann skal hjálpa Labour at endurvinna stjórnarvaldið, tá val ætlandi verður í Bretlandi tann 5. mei, skrivar blaðið. Hesaferð verður Campbell kortini ikki fremsti ráðgevin hjá Blair, tí tað starvið hevur Alan Milburn.
Í seinastuni hevur tann konservativi andstøðuflokkurin funnist hvassliga at fleiri valplakatum hjá Labour, tí tær ganga konservativa floksformanninum, Michael Howard, sera nær. Sambært Sunday Times vilja teir konservativu vera við, at hugskotið til plakatirnar er komið frá Alastair Campbell.