Blair ímóti Bush

Í Irak-krígnum hava teir drigið eina línu, Blair og Bush, men tá tað snýr seg um veðurlagsbroytingarnar, eru teir rúkandi ósamdir. Men Blair ætlar sær ikki at slaka.

Veðurlag
Øll tosa um veðrið. Eisini Tony Blair og George W. Bush.
Sambært bretska blaðnum The Guardian hevur Blair sett sær fyri, at G8-fundurin í næstu viku skal taka støðu til veðurlagsbroytingarnar, sum hann heldur vera ta størstu avbjóðingina hjá mannaættini. Tí ætlar hann at fáa hinar sjey leiðararnar at taka undir við einum skipaðum átaki, sum skal tálma broytingunum.
Men longu undan fundinum er greitt, at Bush fer at seta seg upp ímóti einum tílíkum uppskoti. So seint sum fyrradagin segði hann, at ásetingarnar í Kyoto-sáttmálanum høvdu beint fyri helminginum av amerikanska ídnaðinum.
Bretland, Kanada, Russland, Japan, Týskland, Frakland og Italia hava skrivað undir Kyoto-sáttmálan. USA er tað einasta landið í G8-bólkinum, sum ikki hevur skrivað undir, og tað fer Bush heldur ikki at gera.
Politiskir eygleiðarar søgdu í gjár, at ætlanin hjá Blair at leggja trýst á Bush er djørv, men at í politiskum høpi er hon eisini sera vandamikil.