Tað vóru neyvan hernaðarlig viðurskifti, sum fingu Tony Blair at gera av at taka nakrar av teimum bretsku hermonnunum úr Irak. Politiskir eygleiðarar í London siga, at forsætisráðharrin er so illa kroystur, at hann noyddist at taka okkurt munagott stig fyri at bøta um umdømið hjá sær og flokkinum.
Ein nýggj meiningakanning í gjár vísti, at var parlamentsval nú, hevði stjórnarflokkurin Labour fingið 31 prosent av atkvøðunum,. meðan tann konservativi andstøðuflokkurin hevði fingið 42 prosent. So stóra leiðslu hava tey konservativu ikki havt síðani í juli í 1992.
Tony Blair leggur ætlandi frá sær í summar, og tá tekur Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri, við. Eygleiðarar í London vilja vera við, at tað var Brown, sum bað Blair taka nakrar av hermonnunum heim úr Irak.










