Blair klárt á odda

Í Bretlandi fær stjórnarflokkurin hjá forsætisráðharranum altsamt støri undirtøku, nú valið nærkast

Enn hevur Tony Blair ikki kunngjørt, nær bretar skulu velja nýtt Parlament, men hildið verður, at valið verður eina ferð tíðliga í mei.
Forsætisráðharrin ger kanska eisini rætt við at bíða við at kunngera valdagin, tí sambært einari meiningakanning í blaðnum The Independent fær flokkur hansara, Labour, altsamt størri undirtøku ímillum veljararnar.
Kanningin, sum stóð í blaðnum í gjár, gevur Labour 42 prosent av atkvøðunum, meðan tann konservativi andstøðuflokkurin fær 30 prosent. Tann triði stóri flokkurin, Teir Liberalu Demokratrnir, fær 18 prosent. Hjá Labour er framgongdin fýra prosentstig samanborið við eina kanning í síðsta mánað, meðan tey konservativu hava mist tvey prosentstig í sama tíðarskeiði.
Sambært The Independent hevur stjórnarflokkurin ikki havt so stóra undirtøku ímillum veljararnar síðani í mei í 2003.