Blair hevur trupulleikar

Truplleikar, misálit og ósemjur seta sín dám á valstríðið hjá Blair og Labour. Hóast hetta bendir alt á, at Blair stevnur fram móti enn einum valsigri á seinasta valstríði sínum sum Labour formaður.

Beinta Løwe Jacobsen
????
Alt bendir á, at Tony Blair fer at vinna enn ein sigur á tjóðartingsvalinum í Bretlandi 5 mei. Vinnur Blair, er hetta fyrstu ferð í søguni at ein Labour stjórn vinnur triða sigurin á rað og varðveitir forsætisráðharrasessin.
Men tað er ikki uttan trupulleikar, at Blair er farin út í eitt valstríð. Bæði trupulleikar innanhýsis í flokkinum og ónøgd og misálit frá bretska fólkinum og bretsku fjølmiðlunum geva Blair høvðubrýggj.
Trupulleikar
Blair og Labour hava sitið við valdinum í Bretlandi síðan tjóðartingsvalið í 1997, tá Labour við Blair á odda vann stórsigur. Blair hevði broytt Labour til New Labour og dróg flokkin frá vinstru inn á miðuna í bretskum politikki. Við hesum eydnaðist flokkinum at fáa fatur á veljarunum í miðlastættini og vinna stórsigur. Tann tá 41 ára gamli Blair var væl umtókur millum veljararnar og varð av mongum sæddur sum tann ungi, framskygni og gløggi politikarin. Men nógv er broytt síðan tá.
Seinastu árinin hevur Blair havt nógvar trupulleikar at dragast vðd, bæði persónliga og politiskt og tað tykist sum um at bretar hava mist álitið á honum.
Á politiska økinum er tað serstakliga Irak kríggið, ið hevur volt honum trupulleikar. Blair fór í kríggj saman við USA við tí grundgeving, at Saddam Hussein hevði hópoyðingarvápn. Men hóast Blair tók undir við krígnum var meginparturin av bretska fólkinum ímóti, og tí kendu tey seg sviknan av honum, og mistu álitið á hann. At tað heldur ikki hevur heppnast teimun sameindu at finna hópoyðingarvápn í Irak hevur ikki gjørt støðuna hjá Blair betri. Men Blair hevur sagt, at hann ikki fór at leggja frá sær orsakað av krígnum í Irak.
Umframt teir politisku trupulleikarnar hevur Blair eisini havt heilsutrupulleikar. Hann hevur verið til kanningar fyri hjartatrupulleikar, og bretskir fjølmiðlar vilja vera við, at familjan hjá honum hevur heitt á hann um at leggja tungu uppgávuna frá sær.
Bretska BBC vildi í fjør eisini vera við, at Blair av álvara hugsaði um at leggja frá sær, orsakað av øllum trupulleikunum, og at fýra av ráðharrum hansara tí vóru persónliga noyddir at heita á hann um ikki at gera hetta.
Blair og Brown
Eisini innanhýsis í flokkinum hevur Blair trupulleikar. Hetta ger seg serstakliga galdandi í viðurskiftinum við tann vælumtókta fíggjarmálaráðharran Gordon Brown. Brown verður mettur at vera tann, ið eigur heiðurin fyri at tað gongst framá fíggjarliga í Bretlandi í løtuni.
Kappingin millum Blair og Brown hevur vart síðan teir sum ungir tjóðartingslimir høvdu felags skriviborð og telefon.
Teir báðir gjørdu í 1994 eina avtalu um, at Tony Blair skuldi gerast floksleiðari og komandi forsætisráðharri afturfyri at Gordon Brown skuldi taka sær av tí fíggjarliga økinum, og at Tony Blair skuldi leggja frá sær í næsta valskeiði sínum. Eftir hetta skuldi Brown taka við sum floksformaður og forsætisráðharri. Tony Blair var nærum við at leggja frá sær í fjør, orsakað av vantandi stuðli millum bretska fólki, men valdi at verða sitandi. Hetta fekk øði í Brown, sum segði, at hann ongantíð aftur fór at hava álit á Blair.
Og tað er eftir øllum at døma framvegis stór ósemja millum Blair og Brown, og teir royna eisini at vinna hvør øðrum neisir. Eitt embætisfólk, ið stendur teimun báðum nær hevur sagt, at tá seinasta fíggjarlóg varð gjørd, var Blair noyddur at bøna og biða Brown um at fáa upplýsingar um hetta, meðan bretskir fjølmiðlar nærum høvdu óavmarkaða atgongd til somu upplýsingar. Hinvegin, so helt Blair fyrstu almennu røðu sína í ár samstundis sum Brown skuldi halda eina nógv umrødda røðu um hvussu vinnast kundi á fátækradøminum í Afrika. Henda røða Brown varð løgd til rættis fleiri mánaðir frammanundan, men av praktiskum orsøkum var hetta eisini einasta løtan Blair hevði møguleika fyri at venda sær til bretsku fjølmiðlarnir, sum tað so speiskliga stóð í fjølmiðlunum.
Í heyst valdi Blair eisini at seta heilsumálaráðharran Alan Milburn at standa á odda fyri valstrategiini hjá Labour, og hevur hetta gjørt ilt verri, tí hetta hevur annars verið uppgávan hjá Gordon Brown á tveimun teimun seinastu valunum.
Ósemjan millum teir báðar hevur verið so sjónlig, at teir fyri stuttum vóru noyddir at taka móti harraboðum frá tjóðartingslimunumhjá Labour um at teir skuldu lata persónliga stríðið liggja.
The Blair watch project
Ein orsøk til at Blair vann stórsigur á valinum fyri átta árum sídan var tað væl til rætta lagda valstríði og tað at Blair megnaði at stýra bretsku fjølmiðlunum. Tað sigst at ikki ein setningur fór til fjølmiðlarnir uttan at hetta hevði verið uppi at vent hjá teimum sokallaðu spunasmiðunum, ella spin-doctors, sum teir verða kallaðir. Saman við spunasmiðinum Alastair Campbell og vinmanninum Peter Mandelson stýrdi Blair fjølmiðlunum við harðari hond. Og júst tað at Blair gjørdi so nógva nýtslu av hesum hevur gjørt at fjølmiðar og veljarar spyrja seg sjálvar um Blair hugsar meir uttaru karmarnar ístaðin fyri innihaldið. Campbell og Mendelson eru ikki longur í starvið hjá Labour ella Blair, men teir spøkja tó framvegis. Blair hevur nú uppundir valið funnið teir báðar framaftur sum óformellar ráðgevarar.
Bretsku fjølmiðlarnir hava eisini fingið nóg mikið av Blair og spunasmiðum hansara. Blaðið The Guardian vil vera við at Blair roynir at villeiða journalistarnar, til tess at sleppa undan kritikki, og tí er blaðið er farin undir eina herferð, ið kallast The Blair Watch Project, har blaðið heitir á lesarar um at taka myndir av Blair við fartelefonini og senda tær inn á heimasíðuna hjá The Guardian. Ein herferð, ið hevur fingið íblástur úr filminum The Blair Witch Project. Upprunaliga lá filmurin á netinum, og snúði seg sum trý lesandi, ið vóru horvin. Á einari heimasíðu bar so til at fylgja við hvussu tað gekk við leitingini eftir teimun trimum. Á sama hátt ætlar The Guardian at dagføra heimasíðu sína við myndum av Blair, so tað verður gjørligt at síggja hvar tann "horvni" Blair er staddur og hvat hann tekst við uppundir valid.
Seinasta valstríðið
5 mei verður seinastu ferð at Tony Blair fer á val sum formaður í Labour og sum forsætisráðharri. Hann hevur áður boðað frá, at vann hann enn ein sigur, ætlaði hann sær ikki at sita sum forsætisráðharri valskeiðið út. Og nú ger hann av álvara av hesum, tí í vikuni boðaði hann alment frá, at hetta var seinasta skeið hansara sum formaður. Og fyribils bendir alt á, at hann stevnir móti enn einum sigri. Og kappingarneytin Gordon Brown stevnir møguliga móti sessinum sum formaður í Labour.

Keldur:
Danmarks Radio
Berlingske Tidende
Information