Blair fingið kravboð úr Norðurírlandi

Norðurírski fyrstiráðharrin, David Trimble, hevur givið Tony Blair greið kravboð: Hann skal tveita Sinn Finn út úr norðurírsku stjórnini innan eina viku.

-Tveit Sinn Fein úr stjórnini í Belfast, ella fari eg.

Tað vóru tey greiðu kravboðini, sum bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, fekk frá norðurírska fyrstaráðharranum, David Trimble, tá teir báðir hittust til kreppufundar í Downing Street seinnapartin týsdagin.

Trimble gav Blair freist til mánadagin ella týsdagin at leggja fram eitt endaligt uppskot um at útihýsa Sinn Fein. Verður tað ikki gjørt, fer norðurírska stjórnin í upploysn.

-Vit hava verið so lagaligir at geva forsætisráðharranum eina viku til at gera eftir boðunum, segði Trimble aftan á fundin við Blair.

Enn er ógreitt, hvat Tony Blair heldur um kreppuna, sum er íkomin, eftir at tað er komið fram, IRA hevur njósnast ímóti bretsku umsitingini og bretsku stjórnini, og at Sinn Fein helst hevur átt ein lut í njósningini. Blair hevði í gjár fund við írska forsætisráðharran Bertie Ahern, og í dag skal hann hitta leiðaran í Sinn Fein, Gerry Adams, sum hevur avsannað, at Sinn Fein visti um njósningina hjá IRA.

Sjálvur segði Tony Blair aftan á fundin við David Trimble, at hann ætlar sær framvegis at halda fast um ta sonevndu Langafríggjadagsavtaluna, tí hon er tann besta trygdin fyri, at friðartilgongdin í Norðurírlandi kann halda fram, segði hann.

Eygleiðarar í London vænta, at Tony Blair fer at nýta heimildina, sum hann hevur til at upploysa stjórnina í Belfast. Ger hann tað, er tað triðju ferð í trý ár, at tað verður gjørt.