Tony Blair kunngjørdi í dag, at hann leggur frá sær tann 27. juni. Tá fer Blair frá sum formaður í Labour og sum forsætisráðharri. Tað vóru boðini, sum hann hevði at bera sínum gomlu veljarum í valdøminum Sedgefield í dag.
Blair, sum júst hevur fylt 54, hevur verið bretskur forsætisráðharri síðani 1997.
Boðini um, at hann fer frá, koma als ikki óvart á nakran, tí tað hevur leingi verið greitt, at Blair fór at leggja frá sær. Enn er ikki greitt, hvør fer at taka við eftir hann, men helst verður tað Gordon Brown, fíggjarmálaráðharri.