Blair ferÝast ov nógv

Nógvir bretar ilskast inn á Tony Blair, forsætisráÝharra. Teir halda, at hann ger ov nógv burtur úr trupulleikunum aÝrastaÝni í heiminum og hugsar ov lítiÝ um trupulleikarnar í sjálvum Bretlandi.

TaÝ eru m. a. tey, sum arbeiÝa í jarnbreytarkervinum, sum halda, at forsætisráÝharrin hevur gloymt teirra trupulleikar, og mikudagin boÝaÝu tey, sum arbeiÝa hjá South West Trains, frá, at tey fara í verkfall fyrsta dagin. Onnur, sum arbeiÝa í jarnbreytarkervinum aÝrastaÝni í Onglandi og í Skotlandi hava eisini sagt, at tey fara í verkfall seinni í mánaÝinum.

Í postverkinum er støÝan tann sama. Har hevur ein meiriluti av starvsfólkinum sagt, at tey eru eisini til reiÝar at fara í verkfall fyri at mótmæla arbeiÝsviÝurskiftunum.

Misnøgdin kann fáa politiska ávirkan, tí nógvastaÝni hava lokalar fakfelagsdeildir hótt viÝ at stilla egin valevni upp til taÝ næsta lokala valiÝ, og eygleiÝarar siga, at verÝur jarnbreytarsambandiÝ eitt av evnunum í valstríÝnum, kann væl henda, at hesi nýggju valevnini fara at skúgva stuÝlarnar hjá Blair til viks+


Eisini millum politikarar

Seinastu dagarnar hava eisini fleiri politikarar sagt seg vera misnøgdar viÝ, at Tony Blair ger so nógv burtur úr uttanríkispolitikkinum, meÝan innanríkispolitisku trupulleikarnir liggja á láni.

FormaÝurin í uttanríkispolitisku nevndini hjá parlamentinum, Donald Anderson, sum er úr ArbeiÝaraflokkinum eins og forsætisráÝharrin, segÝi í gjár, at væl var ferÝin hjá Blair í Pakistan og India væleydnaÝ, men hann vildi kortini mæla forsætisráÝharranum til at hugsa meiri um viÝurskiftini í heimlandinum. ViÝ blaÝiÝ The Independent segÝi Donald Anderson, at Blair eigur at skilja, at hjá mongum restar lítiÝ í, til at bikariÝ flýtur yvir.

Nógvir bretar eru serliga misnøgdir, tí stjórnin eftir teirra tykki ger alt ov lítiÝ viÝ taÝ veksandi lógloysiÝ í teimum stóru býunum og serliga í London.

Ein annar trupulleiki hjá stjórnini er heilsuverkiÝ. Fólk noyÝast at bíÝa leingi fyri at sleppa á sjúkrahús, men tey eru heldur ikki serliga fegin um uppskotiÝ hjá stjórnini at hækka skattin fyri at útvega meiri pengar til heilsuverkiÝ.

EygleiÝarar í London siga, at Tony Blair er um at missa sambandiÝ viÝ tann vanliga bretan.

MYNDATEKSTUR:
TaÝ eru m. a. tey, sum arbeiÝa í jarnbreytarkervinum, sum halda, at Tony Blair, forsætisráÝharri, hevur gloymt teirra trupulleikar
Mynd: Reuter