Longu sum ungur kendi Tony Blair seg drignan at katólsku læruni, men orsakað av sínum politiska virksemi hevur hann ikki verið limur í katólsku kirkjuni.
Tann 27. juni leggur Tony Balir frá sær sum vretskur forsætisráðharri, og síðani fer hann til Rom at hitta Benedikt páva, tí nú vil Blair verða katolikkur, skrivar bretska blaðið The Guardian.
Sambært blaðnum kendi Balir seg drignan at katólsku læruni, longu tá hann á ungum árum gekk á lærda háskúlanum í Oxford. Kona hansara, Cherie, er katolikkur, og børnini eru eftir gomlum siði uppvaksin sum katolikkar.
Men Balir er ikki katolikkur, tí hansara politiska virksemi forðaði tí. Bretland hevur ongantíð havt ein katólskan forsætisráðharra, og av søguligum orsøkum er katólska læran eitt umstrítt evni í Bretlandi. Henry 8. kongur kvetti sambandið við ta katólsku kirkjuna í 1533, tí pávin sýtti fyri at ógilda hjúnarlagið hjá kongi. Tann seinasti katólski kongurin í Bretlandi, James 2., varð koyrdur frá í 1688, og síðani hevur tað verið bannað katolikkum at gifta seg við bretska konginum ella trúnarvinginum.









