Blair: -Eg mátti líta á upplýsingarnar sum eg fekk

-Tær upplýsingar, ið eg fekk, vóru av slíkum slagi, at sum forsætisráðharri kundi eg ikki annað enn hava álit á teimum, sum góvu mær tær. Tað segði fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair, tá hann var til avhoyringar hjá teirri serligu Irak-kanningarnevndini í London í dag.

Hann bleiv serliga spurdur um eitt skjal, sum kom undan kavi, og sum segði, at Irak hevði útvegað sær lívfrøðilig og evnafrøðilig hópoyðingarv. Skjalið staðfesti eisini, at Irak hevði tikið arbeiðið at fáa sær kjarnorkuvápn uppaftápnur.

Tony Blair svaraði, at hann trúði teimum upplýsingum, sum hann fekk, og at hann var ikki vitandi um nakað annað, tá hann tók avgerð um at søkja at Irak.

-Tað snýr seg ikki um eina lygn ella eina samansvørjing. Tað var ein avgerð. Bæði eg og stjórnin vóru av teirri áskoðan, at tað var rætt, og í veruleikanum hevði Parlamentið somu áskoðan, segði Blair.