Afturvaldi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, ætlar sær at fáa Parlamentið at samtykkja ikki færri enn 45 lógaruppskot teir næstu átjan mánaðarnar, og fleiri teirra eru av slíkum slagi, at tey kunnu geva honum trupulleikar.
Eitt nú ætlar Blair at seta í gildi eina lóg um eitt serligt samleikaprógv. Endamálið við tí er at forða fyri, at fólk gera sær dælt av ymsum almennum veitingum, sum tey ikki hava rætt til. Hesum er vinstrivongurin í abour ímóti, og nógvir bretar halda, at kortið er enn ein roynd hjá myndugleikunum at skerja tað persónliga frælsið. Stjórnin hevur lagt dent á, at samleikaprógvið eisini er eitt lið í bardaganum ímóti yvirgangi.
Onnur lógaruppskot, sum fara at fáa harða mótstøðu, snúgva seg um nýskipanir innan skúlaverkið, heilsuverkið og almannaverkið. Eygleiðarar í London siga, at Blair ætlar sær at fremja tey nógvu uppskotini fyri at fáa bretar at minnast hann fyri annað enn kríggið í Irak.
Nakrir tingmenn hjá Labour ætla sær kortini at geva honum stóra mótstøðu fyri at noyða hann at leggja frá sær og at lata Gordon Brown, fíggjarmálaráðharra taka við.