Blái Krossur við í Global Giving

Altjóða Blái Krossur er við í "Global Giving September 2013 Challenge.”

 

Tað boðar felgsskapurin frá.

 

Avbjóðingin hjá altjóða Bláa Krossi er at savna $5.000 (uml. 28.000 kr.) frá minst 40 gevarum innan 30. septembur 2013. Hetta verður gjørt við at skráseta eina verkætlan hjá Altjóða Bláa Krossi á heimasíðuni hjá "Global Giving” og síðani við at eggja fólki og feløgum til at stuðla við eini upphædd. 

 

Um Altjóða Blái Krossur klárar avbjóðingina – at savna $5.000 frá 40 gevarum – fær felagsskapurin møguleikan at skráseta fleiri verkætlanir á heimasíðuni. "Global Giving” hevur, síðani 2002, savna $89.443.314 frá 332.004 stuðlum, og pengarnir eru farnir til  8.225 ymiskar verkætlanir.

 

Verkætlanin, ið Altjóða Blái Krossur hevur valt at skráseta til hesa avbjóðingina er "the School Awareness Prevention project” í Namibia, ið hjálpir 13.000 næmingum at liva eitt rúsevnis- og rúsdrekkafrítt lív. Hetta verður gjørt við at læra næmingarnar um vandarnar av rúsevnum og rúsdrekka. Í løtuni eru $1.915 (10.765 kr) savnaðar frá 15 stuðlum.