Seint í nátt varð løgreglan boðsend til eina matstovu í Havn, sum seldi pitsa.
Tveir blaðungir dreingir vóru farnir inn, og heilt inn á goymsluna, har mett varð, at teir ætlaðu at stjala.
Men onkur sá teir og boðaði løgreglan frá.
Løgreglan sigur, at dreingirnir vóru bara 15 ára gamlir, so løgreglan ger ikki meiri við málið.
Hinvegin vórðu foreldrini kunnað um hendingina og somleiðis fær barnaverndin eina frágreiðing um málið, sigur løgreglan.
Klokkan var næsta fimm í morgun, tá ið hendingin fór fram.
Í Íslandi er tað ólógligt hjá blaðungum at ganga úti um næturnar.
So vítt, vit hava fingið uppspurt, skulu børn, sum eru 12 ár og yngri, ikki vera úti eftir klokkan 20 á kvøldið um veturin, og børn og ung ímillum 13 og 16 ár, skulu vera ikki vera úti eftir klokkan 22 um veturin.
Um summarið kunnu tey verða úti tveir tímar longri.
Onkuntíð tí hevur eisini verið umrøtt, um hetta var ein gongd leið i Føroyum, men tað er ongantíð komið longri enn til leysligt prát.
|