BLADE THE DAYWALKER

Filmurin er eitt moderna ævintýr og samstundis ein rættuligur action-thrillari. Eitt stórt arbeiði er lagt í myndaliga arbeiði við filminum, og hava teir rættuliga brotið upp úr nýggjum við serligum effektum, tá kroppar verða løstaðir, spreingjast o. s. fr. har alt eisini flýtur í blóði. Men um tú hevur sans fyri hesum serliga slag av blóðugari ironi og spæli við slíkum - so er hesin filmurin nakað fyri teg.

Blade (Wesley Snipes) er ein ísakøld, professiónell dreparamaskina, hvørs kall er at útrudda modernaða heimsins vampýrar. Sjálvt um hann sjálvur er ein hálvur vampýrur, og hálvt menniskja. Mamma hansara varð bitin av einum vampýri beint eftir at hann varð føddur, og tí hevur hann vampýra styrki, men ongar av hansara veikleikum