Blade Runner undir illgruna fyri dráp

Suðurafrikanski rennarin Oscar Pistorius, betur kendur sum Blade Runner, hevur verið til avhoyringar hjá løgregluni í Johannesburg, eftir at unnusta hansara er funnin deyð heima hjá honum.

 

Útvarpsstøðin Talk Radio 702 sigur, at løgreglan hevur illgruna um, at Pistorius hevur gjørt av við unnustuna við at skjóta hana í høvdið og annan armin. Sambært útvarpsstøðini helt hann hana vera ein innbrotstjóv.

 

Blaðið Beeld skrivar, at Oscar Pistorius skal fyri rættin í Pretoria seinni í dag.

 

Oscar Piostorius, sum hevur eftirgjørd bein, hevur vunnið fleiri gullmerki á paralympiskum leikum. Á teimum olympisku leikunum í London í summar royndi hann seg á 400 metrum og 4 ferðir 400 metrum, men fekk einki heiðursmerki. Harafturímóti vann hann somu kappingar á teimum paralympisku leikunum í London.