Suðurafrikanarin Oscar Pistorius er nú úttikin til at umboða heimlandið í 400 metrar renningini og í 4x400 metrar boðrenningini á teimum olympisku summarleikunum í London.
-Eg havi sjáldan verið so stoltur sum í dag. Hetta er ein stórur heiður fyri meg, og eg eri stoltur av, at alt er gingið upp í eina hægri eind, sigur Oscar Pistorius við BBC.
Tann 25 ára gamli suðurafrikanarin er best kendur sum Blade Runner orsakað av teimum báðum protesunum, sum hann hevur. Læknarnir máttu taka niðara part av beinum hansara, longu tá hann var 11 mánaðir gamal.










