Blade Runner setti heimsmet

Suðurafrikanski rennarin Oscar Pistorius, sum er betur kendur sum Blade Runner, tryggjaði sær í gjárkvøldið eitt finalupláss í 200 metrar renning og við so góðari tíð, at tað var nýtt heimsmet.

 

Beint frammanundan hevði ein annar suðurafrikanari, Arnu Fourie, sett nýtt heimsmet á 200 metrum við tíðini 22,57 sekundum í sínum innleiðandi umfari. Men løtu seinni rann Blade Runner teinin við tíðini 21,30 sekund og tók sostatt heimsmetið frá landsmanninum.

 

Oscar Pistorius var í OL í London, og har eydnaðist tað honum at koma í semifinaluna á 400 metrum.