Blade Runner megnaði ikki OL-kravið

Tað eydnaðist ikki suðurafrikanska rennaranum Oscar Pistorius at kvalifisera seg til 400 metrar kappingina á olympisku leikunum í London. Í kappingini um afrikanska meistaraheitið rann hann teinin upp á 45,52 sekund. Tað gav honum silvur, men var 0,22 sekund seinni enn OL-kravið.

Men Oscar Pistorius hevur ikki mist alla vónina um at sleppa at renna fyri Suðurafrika á leikunum í London. Nú vónar hann, at hann verður úttikin til liðið, sum skal umboða Suðurafrika í 4 x 400 metrar.

Oscar Pistorius misti bæði beinini, tá hann var lítil, og í rennikappingum brúkar hann protesur av karbon. Tað er haðani, hann hevur navnið "Blade Runner".