Seinni í kvøld spæla NSÍ og Víkingur steypafinalu á Tórsvølli. Hetta er tó ikki einasta steypafinalan, sum runavíkingar hava á skránni í dag.
Fyri løtu síðani spældi U16-liðini hjá B36 og NSÍ nevniliga steypafinalu í sínum aldursbólki.Talan gjørdist um ein spennandi dyst, ið koppaði til fyrimuns fyri runavíkingar.
NSÍ legði seg á odda 0-1, tá ið 34 minuttir vóru spældir. Málskjútti var Steffan Løkin, ið skallaði bóltin í mál. B36 svaraði aftur aftaná 52 minuttir, tá ið høgri bakkur teirra, Daniel Berg, prikaði bóltin í netið eftir gott frambrot. Hendan støðan helt sær til teir 80 minuttirnir, sum er ásetta leiktíðin hjá Dreingjum U16, vóru farnir, og tískil gjørdist neyðugt við longdari leiktíð, har spælt var tvær ferðir 10 minuttir.
Í longdu leiktíðini vóru tað runavíkingar, sum drógu longra stráðið, tá ið Aron Knudsen við sera góðum frísparki avgjørdi dystin til fyrimuns fyri runavíkingar. Tískil kunnu runavíkingar kalla seg vinnarar av Blaðberasteypinum, ið steypið í hesari steypakappingini verður nevnt.
Leggjast kann afturat, at venjararnir á U16-liðnum hjá NSÍ eru fyrrverandi stórspælararnir Abraham Løkin og Jens Martin Knudsen. Sum sæst á nøvnunum, so vóru tað synir teirra, ið skoraðu málini hjá NSÍ.
B36-NSÍ 1-2 (0-1)
0-1: Steffan Løkin 34.
1-1: Daniel Berg 52.
1-2: Aron Knudsen 90.