Tað skrivar amerikanska blaðið The Washington Post frá ónevndari keldu við innliti í málið.
Tað verður einki sagt um, hvat land skjølini snúgv seg um. Um talan er um eitt sameint land ella um ein fígginda hjá USA, verður heldur einki sagt um.
Nøkur av skjølunum lýsa topployniligar amerikanskar missiónir.
Skjølini eru so loynilig, at nógv fólk ovast uppi í trygdartænastuni ikki kenna innihaldið, skrivar blaðið.
/ritzau/
##med2##












