Tað, sum kom óvart á fólk, var tað, sum blaðið visti at siga um veðrið í býnum Hamar í Hedemark.
Ístaðin fyri sól, vind, regn, mjørka ella okkurt annað veðurfyribrigdi stóð orðið SELVMORD har, sum veðrið í Hamar skuldi staðið.
Leiðslan á Aftenposten sigur við norska kringvarpið, at talan var um eitt óhapp. Tá blaðið bleiv brotið um, var ein partur av einari yvirskrift endaður á skeivari síðu.
Morten Aspeli, sum er borgarstjóri í Hamar, heldur, at tey á Aftenposten eiga at ansa betur eftir, tí eitt tílíkt mistak áttu tey at sæð, áðrenn blaðið bleiv prentað, heldur hann. Borgarstjórin leggur afturat, at veðurvánirnar vóru annars púra burturvið, tí í Hamar skínur sólin næstan altíð, sigur hann.










