Blað: 40 doyðu tá russiskt flaggskip sakk

Óheft russiskt blað skrivar, at nógv doyðu og vórðu særd, tá krígsskipið »Moskva« sakk í síðstu viku

 

Russiska verjumálaráðið deildi eina video leygardagin, har manningin á »Moskva« og leiðarin av russiska flotanum hittust í Sevastopol á Krim-hálvoynni. - Foto: Russian Defence Ministry/Reuters

Umleið 40 av manningini doyðu eftir øllum at døma og fleiri vórðu særd, tá russiska flaggskipið í svartahavsflotanum, »Moskva«, sakk hósdagin í síðstu viku.

Fleiri fólk eru enn ikki komin aftur í aftur.

Tað skrivar óhefta russiska blaðið Novaya Gazeta Europe sambært BBC.

Blaðið endurgevur mammuna hjá einum sjómanni, sum hildið verður var umborð á skipinum, tá tað sakk.

Hon sigur,at sonur hennara í telefonsamrøðu hevur sagt henni, at »Moskva« áðrenn tað sakk varð rakt av trimum ukrainskum rakettum.

– Hann ringdi til mín og græt av øllum tí, hann hevði sæð. Tað var ræðuligt, sigur mamman við Novaya Gazeta Europe sambært BBC.

Sambært mammuni vildi sonurin ikki fara í smálutir, við tí hann hevði upplivað, tí tað var so ræðuligt, men hann legði tó afturat, at nógv av teimum særdur høvdu mist kropslutir í spreingingini á skipinum.

Novaya Gazeta Europe hevur ikki nevnt mammuna við navni og sonin fyri at verja samleika teirra, men blaðið skrivar, at tað hevur sæð skjalprógv fyri, at sonurin var við »Moskva«.

Tað verður ikki nevnt beinleiðis, nær og hvussu tey 40 av manningini eru deyð.

Tað eru mótstríðandi upplýsingar úr Russlandi og Ukraina um, hví »Moskva« sakk.

Russlandi hevur sagt, at krígsskipið fekk álvarsligan skaða í Svartahavinum, eftir at spreingievni umborð fór í luftina í eldi, og at tað sakk, í sambandi við at tað var sleipað til lands í illveðri.

Ukraina sigur, at ukrainskar deildir raktu russiska skipið við tveimum rakettum.

Skipið, sum er 12.000 tons til støddar, hevði eina manning, ið taldi 500. Russiskir myndugleikar hava sambært BBC einki sagt um, at nakar skal vera deyður undir spreingingini.

Áður hava borist tíðindi um, at skiparin á »Moskva« skuldi vera deyður.

/ritzau/

 

Russiska verjumálaráðið deildi eina video leygardagin, har manningin á »Moskva« og leiðarin av russiska flotanum hittust í Sevastopol á Krim-hálvoynni. - Foto: Russian Defence Ministry/Reuters