Blackwater fingið stóra bót

Privata amerikanska trygdarfelagið Blackwater skal gjalda 42 milliónir dollarar í bót fyri at hava brotið amerikanska lóg um útflutning og vápnasølu. Millum annað er felagið dømt fyri ólógligan vápnaflutning til Afghanistan og fyri at hava givið útlendskum ríkisborgarum hernaðarvenjing.

Amerikanska verjumálaráðið hevur kannað virksemið hjá Blackwater í árunum frá 2005 til 2009. Kanningin avdúkar, at felagið var ikki bara virkin í Irak og Afghanistan í hesum tíðarskeiðinum, men at hon eisini hevði vápnaskeið fyri ungum monnum í Taiwan.

Blackwater fekk fleiri trygdaruppgávur í Irak beint eftir innrásina í 2003. Men tað vísti seg, at felagið helt ikki tær ásettu reglurnar, og tá fimm trygdarmenn hjá felagnum skutu 17 fólk í Bagdad, segði amerikanski herurin samstarvið við felagið upp.