Blackpool spældi javnt

Blackpool spældi leygardagin á útivølli ímóti Gillingham í triðbestu ensku fótbóltsdeildini.

Claus Bech Jørgensen er ein av spælarunum hjá Blackpool, men hann spældi ikki við um vikuskiftið. Dysturin ímóti Gillingham endaði við javnleiki. Gillingham legði seg á odda 1-0 og 2-1 í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki javnaði Blackpool til 2-2. Blackpool liggur nummar 8 av 24 liðum í League One.