Enski tjóðarleikvøllurin, Wembley, var at kalla fullsettur tá finalan um seinasta uppflytingarplássið varð leiktur í dag. Sólskinssøgan um lutvíst lítla felagið Blackpool helt fram, tá teir í dag vunnu sær rættin til at spæla í Premier League komandi ár. Tað verður mett, at fíggjarligi vinningurin av at flyta upp táttar í eina lítla milliard.
Í finaluni í dag vunnu teir 3-2 á Cardiff City. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Cardiff var annars á odda bæði 1-0 og 2-1, men Blackpool svaraði aftur hvørja ferð.
Ongin hevði væntað at síggja Blackpool í oddinum í næstbestu deildini í Onglandi í ár. Blackpool hevur í miðal 8,611 áskoðarar til heimadystirnar á Blooming Field, tí eru teir millum tey smærru í The Championship. Í hálvfinaluni í stríðnum at flyta upp vunnu teir á Nottingham Forest.
Tey trý liðini, ið flyta upp í Premier League eru Newcastle, ið vann deildina, West Bromwich Albion og Blackpool.
Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Claus Bech Jørgensen, spældi í Blackpool frá 2006 til 2009.