Blackpool hevði ongan kjans

Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar, tá ið Blackpool spældi í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Blackpool spældi á útivølli ímóti Plymouth, og Claus og teir máttu lúta. Dysturin endaði við 3-0 sigri til Plymouth. Heimaliðið skoraði tvey mál fyrstu 25 minuttirnar og legði eitt afturat í seinna hálvleiki.