Blackpool heldur fast

Claus Bech Jørgensen spældi allar 90 minuttirnar, tá Blackpool um vikuskiftið vann 2-1 á heimavølli móti Port Vale. Leingi líktist dysturin eini málleysari uppgerð, men tá gott korter var eftir at spæla, fekk Blackpool tvey mál við stuttum millumbili. Og so gjørdi tað minni, at Port Vale minkaði um munin móti dystarenda. Við sigrinum heldur Blackpool fast um støðuna á play-off plássinum, sum gevur rætt at spæla um uppflyting í næst bestu ensku deildina.