Tað er millum annað enska blaðið Dailymail, ið ber tíðindini um at fyrrverandi felagið hjá Gunnari Nielsen, Blackburn, hevur bjóðað upp á heimskenda fótbóltssnillingin úr Brasilia. Ronaldinho er í dag 30-ára gamal og hevur síðani 2008 spælt við AC Milan. Hann hevur ongantíð megnað, at koma uppá sama støðið, sum hann vísti í Barcelona, tá hann í tveimum atløgum var kosin heimsins besti leikari.
Blackburn fekk seint í fjør nýggjarar eigarar. Ríkmenninir úr Indina gjørdu skjótt sína ávirkan galdandi og koyrdu venjarin, Sam Allardyce, frá. Nýggju eigarnir eru ikki í iva um, at Blackburn kann røkka Champions League fótbólti. Fyri at røkka hesum málinum, hava teir bjóðað Ronaldinho eina vikuløn upp á yvir eina million krónur.
Ronaldinho er í løtuni heima í Brasilia, har hann tingast við gamla felagið hjá sær, Germio, um ein sáttmála.