Blackburn hevur vunnið seg víðari til 4. umfar í FA Cup kappingini. Lítið annað kunnu teir gleðast um, tí tað var um reppið, at teir í Blackburn skuldu út í ein umdyst í aðru viku. Ímóti dystarenda sendi Blyth Spartans spælarin, Simon Todd eina frálíka sending inn í brotsteigin hjá Blackburn. Andrew Wright var púra leysur bara 6 metrar frá Blackburn-málinum. Men Andrew Wright svevur neyvan í nátt, tí hann misnýtti málmøguleikan uppá tað skammiligasta. Ein minutt seinni stútaði liðfelagin, Alex Gildea bóltin beint upp um málið hjá Blackburn.
Hesir báðir stóru møguleikarnir hjá Blyth Spartans fingu Blackburn-venjaran, Sam Allardyce upp úr beinkinum, tí hann var týðuliga misnøgdur við sínar spælarar. Tað einasta sum skilti liðið úr Premier League og liðið úr 6. deild var ein frísparksperla hjá Carlos Villanueva. Hann skeyt eitt sera vakurt skot í málið. Fram til málið hevði Blackburn stýrt tí mesta, men seinastu løtuna vóru teir veruliga undir trýsti, men við hepni riðu teir stormin av á hesum sinni.
Blackburn spælir úti ímóti Sunderland í 4. umfari.