Leygardagin byrjar »vetrarfótbóltsárið«. Tað er tá allir teir fótbóltsáhugaðu fara at seta seg í tann djúpa lenistólin, fyri at njóta tann enska fótbóltin.
Klokkan tíggju minuttir í trý seinnapartin leygardagin fer SvF at senda frá dystinum millum Fulham og Blackburn.
Blackburn Rovers, sum var enskur meistari í 94/95, flutti í fjør, rættiliga óvæntað, niður úr Premier League, og hóast tað var væntað, at teir skuldu fara at vera við heilt frammi í oddinum í næstbestu deildini í ár, so hevur gingið illa í hond hjá teimum higartil í ár.
Teir liggja í løtuni á 18. plássi og fyri heilt stuttari tíð síðani søgdu teir venjaranum Brian Kidd úr starvi. Kidd var áðrenn Blackburn tíðina kendur sum hjálparvenjari í Manchester United.
Fulham kom av álvara aftur á fótbóltslandkorti tá fyrrverandi Newcastle venjarin og núverandi landsliðsvenjarin, Kevin Keegan gjørdi av at taka við venjarastarvinum í felagnum.
Hann setti sær stór mál, og sigast má, at væl hevur gingist síðani. Fulham liggur í løtuni á fjórða plássi í næstbestu ensku deildini og kann tí, um formurin heldur vera við í uppflytingarkappingini til næsta kappingarár.
Tað er annars Manchester City, sum liggur á odda í næstbestu deildini í Onglandi.