Blackburn áhugað í van Nistelrooy

Blackburn-venjarin, Steve Kean, váttar, at hann hevur áhuga í at fáa Ruud van Nistelrooy til felagið, eftir at hann sigur seg vilja sleppa úr Hamburger SV. Ruud van Nistelrooy, sum gjørdist kendur við Manchester united og síðani Real Madrid, hevur seinastu tíðina leikt við týska Bundesliga felagnum, Hamburger SV. Men hann ynskir ikki at halda fram har, og vil fegin til Premier League.

 

Blackburn eigararnir, Venkey, vilja fegnir fáa eitt stórt navn til felagið fyri at profilera seg, og har kundi van Nistelrooy passa væl inn í myndina.

 

Hollendarin er leysur av sáttmálanum við Hamburger SV í summar, og kann tí koma til Ewood Park fyri einki.

 

Steve Kean hevur váttað, at van Nistelrooy er á listanum yvir leikarar, sum hann kundi hugsað sær at fingið til felagið til komandi kappingarár.

 

- Ja, eg kann vátta áhugan, sigur Steve Kean við ESPN soccernet, skrivar Sky Sports.