Eftir 11 ár í Premier League verður Blackburn ikki at síggja í bestu deildini í enskum fótbólti komandi ár. Tað er greitt, eftir at Blackburn í kvøld tapti 1-0 fyri Wigan. Antolín Alcaraz skoraði sigursmálið tríggjar minuttir fyri tíð. Eitt mál, ið tryggjar Wigan eitt pláss í Premier League komandi ár.
Blackburn skuldi vinna dystin, sum var nógv ávirkaður av ónøgdini hjá Blackburn viðhaldsfólkunum við eigara- og venjaraviðurskiftini. Hæddarpunktið var tá ein høna varð slept leys á vøllin. Helst mundi hetta eisini verða eitt mótmæli ímóti indisku eigarunum, sum millum annað tjena sínar pengar við at selja høsnarungar.
Tríggjar minuttir fyri tíð avgjørdi Antilín Alcaraz dystin, tá hann stútaði eitt horna í mál. Eitt mál, sum endaliga tryggjar Wigan enn eitt ár í Premier League , og sendir Blackburn niður í næstbestu deildina.
Premier League:
Blackburn Wigan 0-1










