Black Panther leikari deyður

Chadwick Boseman, ið man vera mest kendur fyri leiklutin sum Black Panther, er deyður, 43 ára gamal.

Boseman fekk staðfest krabbamein í langanum fyri fýra árum síðani, men hann hevði ikki almannakunngjørt diagnosuna.

Tíðindini um Boseman komu umvegis sosialar miðlar, har boðað varð frá, at Boseman andaðist við hús við konuni við sínari lið.

Boseman gjørdist kendur fyri leiklutirnar sum Jackie Robinson í 42 og James Brown í Get Up On, men størsti og mest víðigitni leikluturin er uttan iva sum T'Challa í Black Panther filminum - ein leiklutur, ið hann tók upp aftur í Avengers: Infinity War og Avengers: Endgame filmunum.