Black Lives Matter – eisini í Føroyum

Sunnudagin 7. juni klokkan 14 verður mótmælisgonga ímóti rasismu hildin í Føroyum. Black Lives Matter – eisini í Føroyum

25. mai varð amerikumaðurin George Floyd handtikin og dripin á gøtuni av løgreglumanninum Derek Chauvin. Hetta er ikki eitt eindømi, men bara seinasta dømi upp á struktrellu rasismuna í USA. Ferð eftir ferð síggja vit, at ósekir, afro-amerikanarar verða dripin og illa viðfarin av løgregluni, verður sagt í tíðindaskrivi, sum Marianna Winther Nagata hevur sent út.

Morðið á George Floyd varð filmað og lagt á sosialu miðlarnar. Allur heimurin hevur hugt við. Og kring allan heim vísa fólk nú sína ónøgd – á sosialu miðlunum og á gøtuni – um at fólk enn í 2020 dag og dagliga eru fyri rasismu av alskins slagi. 

Hesin uppreisturin hevur beinleiðis ført til, at Derek Chauvin og teir fýra løgreglumenninir, ið hugdu at, nú eru ákærdir fyri manndráp. 

Hóast myrk fólk í Føroyum ikki verða dripin av løgregluni, er rasisma sanniliga ein partur av føroyska hugburðinum og tað er nakað, ið skal broytast, verður sagt í tíðindaskrivinum

Sunnudagin klokkan 14 skipar hon saman við Unga Tjóðveldið, Sosialistisk Ung, Unga Sambandið, Ungt Sjálvstýri, Framsøkin ung og Amnesty fyri mótmælisgonguni í Havn.

Endamálið er at mótmæla rasismu, og at tað enn í dag verður gjørdur mismunur á fólki vegna teirra húðarlit og uppruna og at vísa samhuga við teimum, ið eru fyri rasismu – bæði í Føroyum og í úti í heimi, verður sagt.

Tiltakið byrjar á vaglinum sunnudagin klokkan 14 við heimagjørdum skeltum, bannarum og øðrum. Síðani verður farið oman í perlutorgið, har JASMIN spælir nøkur løg, annars er orðið frítt. 

Sagt verður eisini, at roynt verður at halda øll tilmæli í mun til Covid-19. Tí verða fólk biðin um at halda frástøðu og spritta hendur.