Tá tú sær viðheftu mynd, hugsar tú ivaleyst um ein rovfisk, sum livir onkustaðni langt niðri í tí bølamyrka dýpinum. Fiskurin er sjaldsamur, og tað eru bert fá ár síðan, at tað fyrstu ferð eydnaðist at taka livandi myndir av einum Black Seadevil, sum fiskurin verður róptur á enskum.
Tað vóru granskarar frá Monterey Bay Aquarium Research Institute í Kalifornia, sum fingu livandi myndirnar av fiskinum. Granskarin, Bruce Robison, sum var við til at finna fiskin og gera upptøkurnar, sigur, at Black Seadevil ikki er ein skjótur svimjari, sum jagstrar sína føði. Hinvegin er hann snildur at lokka smáar fiskar tætt at sær.
Upptøkurnar vísa, hvussu hetta lítla ”havódjór” hevur eina ”antennu” frammarlaga á høvdinum við einari lykt í endanum, sum lýsir upp í myrka dýpinum. Við ljósinum lokkar hann smærri fiskar at sær og sýgur teir inn í kjaftin.
Tað er ómøguligt at sleppa leysur úr kjaftinum á einum Black Seadevil, tá hvøssu tenninar læsast aftur sum rimar. Black Seadevil er kortini ein lutfalsliga lítil fiskur. Tað ljóðar nú løgið, men lívfrøðingurin og fyrilestrarhaldarin, Anders Kofoed, sigur, at vanliga er fiskurin bert einar 10 cm. langur, men hann kann gerast heilt upp í ein heilan metur langur.
Orsøkin til, at In.fo fór at leita sær kunnleika um fiskin, er, at vit sóu ein slíkan á Facebook-síðuni hjá Bjarna Petersen, skipara á rækjutrolaranum, Arctic Viking. Tað eru fleiri ár síðan, at skiparin legði viðheftu mynd út á netið og skrivaði: "Black Devil - ein løgin djúphavsfiskur. Hann hevur eina antennu á høvdinum við ljósi á…"
Innsettu myndina, har lesarin sær antennu og lykt á høvdinum á fiskinum, hava vit "lænt" á netinum. Á leinkjuni her niðan fyri sæst filmsbrot við Black Seadevil, og her liggur eisini meira kunning um henda løgna skapning -
http://livsstil.tv2.dk/2014-11-24-ekspert-om-sjaelden-monsterfisk-hannen-er-bare-en-saek-saed>