Black Birds aftur á pall

Langt er síðani, at legendariski bólkurin hevur verið saman á palli.

Í áttatiárunum, kanska síðst í sjeytiárunum, var Black Birds sera virkin bólkur, og væl kendur og væl dámdur.

 

Umframt at spæla til dans, sospældi bólkurin eisini til konsertir, og so viðog við komu útgávur eisini.

 

men alt fær ein enda. Eisini Black Birds. Tá 1990'ini komu, mundi vikni bólkurin so smátt leggja árarnar inn.

 

Hetta merkti tó ikki, at limirnir ikki spældu meir, tí allir hava verið virknir í ymsum høpi síðani.

 

Á odda í Black Birds vóru tvíburðarnir Árni og Marner og við var eisini yngri beiggin Jóan Petur og barndómsvinur teirra Oskar. Umframt  hesar, vóru Heini og Ronni.

 

Um vikuskiftið er aftur gjørligt at hoyra Black Birds á palli. Tá fara teir í Black Birds á pall í Havnar Klubba fríggjakvøldið.

 

Hesa nýggju myndina av bólkinum, sum hann nú sær út, hevur Oskar lagt á sína FB síðu. á myndini síggjast frá vinstru  Árni, Marner, Jóan Petur, Óskar, Heini og Ronni.