Bersøgni dómarin í donsku X-Factor sjónvarpskappingini, Thomas Blachmann, finnist nú eisini at sínari egnu sjónvarpssending. Thomas Blachmann heldur, at X-Factor er ov nógv av tí góða.
- Tað hevur verið alt ov nógv kensluporno og reality-lortur í X-Factor í ár, sigur Thomas Blachmann.
- Vánaligur tónleikur liggur undir, og ofta er stórur munur á tí, sum fólk standa og syngja, og tað, sum framleiðararnir spæla av tónleiki. Eg meini so við, hvat billa hesi fólkini, sum klippa sendingina, sær inn, sigur Thomas Blachmann við BT.