Tann harði dómarin í dómaratrioini í X-Factor, Thomas Blacman, sigur seg ynskja, at ein luttakari frá hvørjum bólki endar í finaluna, og har ímillum er Linda Thomas Blachman sendi í farnu viku Seest, luttakarin hjá Linu, til hús. Síðan tá hevur ónøgdin verið øgilig. Vitjandi á heimasíðuni hjá DR er voksið við túsundtals vitjandi, og øll tey, ið umvegis gestabókina á heimasíðuni hava víst sína ónøgd, hava gjørt tað soleiðis, at servarin hjá DR hevur haft trupult við at umsita allar viðmerkingarnar. Umframt hetta, so er ein Facebook bólkur stovnaður við heitinum ?Blachman er en sinke, vi vil ha? Seest tilbage?, og í bólkinum eru yvir 1100 limir, ið vísa sína ónøgd.
Hóast ákoyringarnar, so stendur Blachman við sína avgerð, og hann heldur, at hóast Asian Sensation ikki fer at vinna kappingina, so er tað, sum bólkurin førur við til kappingina nakað, ið er av alstórum týdningi fyri undirhaldsvirði á sendingini.
Spurdur um, hvønn hann ynskir at síggja í finaluni sigur Blachman soleiðis.
- Tað hevði verið vakurt við einum luttakara frá hvørjum bólki. Linda, Asian Sensation og ein av mínum óvitum.