Blachman var skelkaður

Tað var ikki eftir høvdinum hjá dómarunum, at valið stóð millum Jógvan og Nanny, tá ein teirra skuldi heim

 

Thomas Blachman segði púrasta greitt, at hann hevði rokna við, at júst Jógvan og Nanny vóru millum teirra, sum vóru heilt seriøsir kandidatar til eitt finalupláss í ársins útgávu av X-factor, og at hann var skelkaður av, at tey nú stóðu framman fyri dómarunum.

 

Blachman og Remé róstu báðum luttakarunum, men ikki óvæntað valdu teir hvør sín, og so var tað Line Rafn, sum er mentor hjá bæði Jógvan og Nanny, sum skuldi gera av, hvør teirra skuldi heim.

 

- Eg eri sera nógv í iva um, hetta er rætti pallurin hjá tær, Jógvan, seðgi Line, sum helt, at Jógvan kanska verður ov læstur í kommerciellu framleiðsluni, sum X-factor er.

 

Tað var sjónligt, at Line hevði trupult við at velja, og hon bar eisini á munni, at lutakast hevði verið tað rættvísa, men at enda fall valið, og tað er, at Jógvan eisini verður á skíggjanum komandi fríggjakvøld.