X Factor dómarin Thomas Blachman skal giftast svensku sangkvinnuni og yrkjaranum Julia Liebig Werup.
Tann 55 ára gamli váttar fyri donskum miðlum, at hann skal giftast 31 ára gomlu svensku sangkvinnuni.
Tey hittust á einum jazzklubba.
Blachman var fram til 2012 giftur sniðgevanum Viola Heyn-Johnsen, og eiga tey tvey børn. Í 2014 giftist hann Sarah Louise Schackinger, men fyri ári síðani fóru tey hvør til sítt.