- Nú skal eg ansa eftir, hvat eg sigi, tí beiggi tín er stórur, segði Thomas Blachman, eftir at Sveinur Gaard Olsen hevði sungið í X Factor kappingini í kvøld.
Sveinur sang eitt bland av Katy Perry og Paramore, og tað var ein larmandi rocksangur, har Sveinur veruliga var í sínum rætta essi.
Eftir framførsluna fekk hann góð skoðsmál frá dómarunum, men Thomas Blachmann hevði hug at finnast eitt sindur at, hvussu vokalurin hjá Sveini ikki heilt svingaði saman við bólkinum.
Í innslagnum áðrenn framførsluna, var Sveinur hjá tatovøri. Beiggi hansara, Jákup Pauli Gaard Olsen, sum er ein vælvaksin og væl tatoveraður maður, og sum eisini er kendur sum rocksangari, var við Sveini. Og tað noteraði Blachmann sær.
- Nú skal eg ansa eftir, hvat eg sigi, tí beiggi tín er stórur, segði Blachman við einum skálkabrosi.
- Tú ert ein av teimum, sum torir at heilsa upp á meg her á gongini, men kanska er tað tí, at beiggi tín altíð er í nánd, segði hann skemtandi.