Umstríddi X-factor dómarin, Thomas Blachman, heldur, at Sveinur skal vinna sangkappingina X-factor.
Í Ekstrablaðnum í dag mælir hann til, at Ida og Morten verða varpað til hús, ti tey hava ikki klárað at víst síni evni.
- Slapp eg at ráða, hevði eg varpað tey bæði til húsar í morgin, sigur bersøgni dómarin.
Hann heldur, at tey bæði kláraðu seg betri í fyrstuni enn tey gera nú, so lat bara Sveinur vinnað heila lortið, tað kann gera akkurát tað sama, leggur hann afturat.
Hann er, sum heild, ikki serliga væl nøgdur við tónlistarligu avrikini og krevur, at nú skal okkurt henda.










