Blachman langar eftir Lindu

Tann skalluti X-Factor dómarin langar út eftir menniskjaligu eginleikunum hjá Lindu ? ella mangul uppá tað sama Við eitt steðgaði friðurin í X-Factor. Blachman tveitir eina verbala bumbu eftir føroysku Lindu og ger orðakríggi meira persónligt enn nakrantíð áður.

 

-Linda hevur mist sínar grundleggjandi menniskjaligu eginleikar. Tað er als einki stórsligið við Lindu. Eg vil gjarna hava hana út av X-Factor sum skjótast, ljóðar tann harði og kontanti boðskapurin frá náðileysa Blachman, ið fegin vil gera ein enda á X-Factor lívinum hjá Lindu.

 

Dómarin er nevniliga rættiliga illur um luttøkuna hjá 35 ára gomlu Lindu.

- Hon er ein kontrolfreak, ið ikki skilur skemt. Hon er alt ov fokusera, og tískil hevur hon mist evnini til at taka tað róligt. Tað skal verða eg, eg, eg, og tað á ein neiligan hátt, sigur Blachman við Ekstra Blaðið. Hann heldur, at luttakararnir í X-Factor nevniliga skulu verða stórsligin menniskju, fyri at luttaka í kappingini.

 

Um hetta verður endin av X-Factor luttøkuna hjá føroysku Linda Andrews er enn ikki greitt, men hetta bendir undir øllum umstøðum á, at Blachman ætlar at gera hansara til at Linda endar sum áskoðari heldur enn finalistur í X-Factor.